Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Sunn børn drekka mjólk

MBM framleiðir skúlamjólk í 250ml pakkum  og eru fleiri skúlar í Føroyum, sum bíleggja skúlamjólk til næmingarnar, at hava afturvið matpakkanum. Enn er bert møguleiki at umbiðja mjólk, men MBM arbeiðir við at kunna bjóða skúlabørnum fleiri mjólkaúrdráttir.

Sum nakað nýtt fer MBM at stovna eina stuðulsskipan fyri flokkar, ið eru í skúlaskipanini. Stuðulsskipanin fer árliga at býta 10.000 kr út til átøk, sum onkursvegna gagna flokkinum, tað veri seg innan heilsu, rørslu, trivnað ella annað, sum kann gera dagligdagin stuttligari og betri hjá næmingunum kring landið. Hetta fyri at styrkja felagsskapin og menningina. Meir kunning um hetta kemur seinni her á síðuni.

Her eru 3 orsøkir til at velja skúlamjólkina

  • Hon inniheldur protein av høgari góðsku
  • Hon er ein góð kelda til kalsium, sum er neyðugt til at styrkja og byggja beinagrindina
  • Hon inniheldur 8-10 ymisk vitaminsløg