Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Alt tú skalt vita um lættimjólk við D-vitamin

05-03-2018

Tað er ikki neyðugt at velja Lættimjólkina við D-vitamin frá, tí at tú ikki veist hvussu tú skalt fyrihalda teg. Niðanfyri kanst tú kanna eftir hvussu stór mongd av D-vitamin er viðmæld til tín.

Hvussu tryggja vit okkum ríkiligt av d-vitamin virði

Fyrst og fremst fáa vit D-vitamin frá sólini, tá hon skínur á húðina hjá okkum. Vit í norðurlondum eru í eini serstøðu, tí sólin stendur so lágt um veturin, og tískil gevur sólin okkum ikki nóg mikið av UVB strálum.
Tað er týdningarmikið at vit eru úti í sólarljósi um summarið, men tær UVB strálurnar vit fáa í Føroyum nøkta ikki tørvum hjá okkum ígjøgnum veturin.

 

Hvussu nógv +D skal eg hava

Pál Weihe, serlækni, hevur kannað føroyingar í nógv ár eftirhondini, og tað vísir seg at millum 50-66 % av føroyingum hava ov lágt D-vitamin virði í blóðinum. Talan er bæði um vaksin og børn. Tá vit máta virðið í blóðinum tosa vit um nanomol. Tá vit tosa um tað D-vitamin ískoyti brúka vit forteknið µg, sum mát fyri nøgdini.

Tilmælini viðvíkjandi D-vitamin eru, at vaksin og børn ið eru eldri enn 11 ár skulu hava eitt dagligt nanomol virði á 50. Tíverri vísa kanningarnar at 25 % av føroyingum hava eitt virði, sum einans er 25. Vit skulu eisini ansa eftir at virðið ikki verður ov høgt, men tá skal tað verða hægri enn 125 nanomol. Hetta er nærum ógjørtligt, men sjálvsagt ber tað til. 

Niðanfyri standa tilmælini sum danska heilsumálaráðið hevur gjørt, og somuleiðis er hetta tað sum vit halda okkum til í Føroyum. 

 

  • 10 µg (400 IE)

                        - Børn 2 vikur – 2 ár fáa hetta við D-vitamin dropum.
                        - Kvinnur ið eru við barn
                        - Børn og vaksin, ið hava myrka húð.
                        - Børn og vaksin sum fjala húðina við klæðum um summarið
                        - Fólk sum ikki eru úti dagliga ella sum sleppa sær undan sólarljósi

 

  • 20 µg (800 IE) saman við 800-1000 mg kalsium

                        - Fólk eldri enn 70 ár
                        - Fólk ið búgva á ellisheimum
                        - Tey ið eru í øktum vanda fyri beinbroyskni (osteoporosa)

 

Vaksin og børn eldri enn 2 ár skulu í grundini syrgja fyri at fáa nóg mikið av D-vitamin. Men hvat er nóg mikið? Í grundini eru eingin beinleiðis tilmæli til hendan aldursbólkin, men miða vit hvønn dag í móti at fáa millum 10-20 µg, so eru vit eftir øllum at døma ikki í vanda fyri at fáa ov lítið

 

 

Tú kanst eta teg til røttu mongd av D-vitamin

Vit fáa eisini D-vitamin úr feitum fiski (makreli, sild, laksi osv), men tað vísir seg at  føroyingar í nógv størri mun eta soltnan fisk.
Smør, margarin, egg og mjólk eru eisini ein góð kelda,  so tí er tað eisini skilagott at drekka D-vitamin lættimjólk frá Rasku.  

 

 

Hvussu nógva mjólk við D-vitamin ískoyti kann eg drekka

Í einum mjólkapakka eru 10 µg, og tískil svarar eitt glas av mjólk sum er 2 dl til 20 % av tí sum verður viðmælt at fáa hvønn dag.  
Tað vil siga tú uttan stúran kanst drekka 1 L av Lættimjólk við D-vitamin um dagin. Dámar tær væl mjólk, og drekkur 0,5 L um dagin, so svarar tað til 5 µg, og tá hevur tú fingið 50 % av tí sum tilmælt er at fáa.