Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Hvíta

09-10-2017

Góðu viðskiftafólk okkara. Sum nakað nýtt hava vit broytt Hvíta 250g til at verða eina ”tak við” vøru.

Orsøkin til at vit hava valt at broyta hesa vøru er, at fleiri av okkara brúkarum, hava víst á sítt ynski um eina máltíð við nógvum proteinum í. Fleiri hava víst á, at tey dáma væl Hvítan frá MBM og halda at hann nøktar tørvin hjá teimum, ið mun til eina proteinríka máltíð.
Vit hava tí avgjørt at royna Hvítan sum eina ”tak við” vøru við at koyra hann í eitt minni bikar og seta eina skeið á. Í mun til áður,  kemur hann eisini við einum nýggjum smakki, Hinber, Sólber og Bláber og so tann góði gamli reini, sum tit øll nokk kenna. Hvíti Hinber, Sólber og Bláber inniheldur 10 g protein pr. bikar og tann reini inniheldur 11 g pr. bikar.
Hetta gevur brúkaranum møguleika at eta Hvíta, sum eina millummáltíð líkamikið hvar hann er.