Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Ordilig mjólk er best

31-03-2017

Soyamjólk og líknandi plantydrykkir mangla fleiri av góðu føðsluevnunum, sum vanliga mjólkin hevur.

Soyamjólk, rísmjólk, havramjólk og mandlumjólk. Tú hevur kanska sæð fleiri av hesum drykkunum í matvøruhandlunum. Summi brúka teir ístaðin fyri vanliga mjólk, og ofta verður heitið mjólk brúkt um teir.

Men tað er vert at geva gætur, at hesir drykkirnir onki hava við mjólk at gera. Teir mangla fleiri av føðsluevnunum, sum er í vanligu neytamjólkini, m.a. kalsium (kálk) sum er avgerandi fyri at menna eina sunna og sterka beinagrind.

Eisini onnur týdningarmikil føðsluevni eru í neytamjólk, eitt nú B12, riboflavin (B2), fosfor, jod, kalium og protein.

Summir framleiðarar koyra kálk í plantudrykkin, áðrenn hann kemur í handlarnar, men kortini mangla tey mongu, góðu føðsluevnini, sum eru í vanligu mjólkini.

Soyadrykkur

Í soyadrykki er lítið av kalsium og vitaminum sammett við vanliga mjólk. Mongdin av proteini er nøkulunda tann sama, men góðskan á proteininum í mjólk er betur enn í soyadrykki.

Í soya eru isoflavonir sum eru evnir, ið minna um østrogen. Enn er óvist, hvat árin hesi evni kunnu hava á smá børn. Tí verður mælt frá, at børn yngri enn 2 ár drekka sojadrykk.

Rís- & havradrykkur

Tað er eitt sindur meira av kalsium í rís- og havradrykki enn í soyadrykki, men framvegis nógv minni enn í ordiligari mjólk. Drykkurin hevur nógva kolvætu og lítið av proteinum. Í rísdrykki eru smáar mongdir av eiturevninum, arsen, og tí skulu smá børn ikki hava ov nógv av rísdrykki og rískeks.

Mandludrykkur

Í mandludrykki er sera lítið kalsium og rættiliga nógv fiti. Talan er um ómettaða fiti, sum sambært almennu kosttilráðingunum er betri enn mettað fiti. Men taka vit tey løttu sløgini av vanligari mjólk og sammeta við mandlumjólk, so er innihaldið av mettaðari fiti nøkulunda tað sama.

Plantudrykkir úr soya, rísi, havru og mandlum hava ongar B12-vitaminir. Tað hevur vanliga neytamjólkin. Kanningar vísa, at serliga veganarar og vegetarar eru í vanda fyri at fáa B12-vitamintrot. Royndir vísa, at upp í móti 50% av vegetarum hava trot á B12-vitaminum. Einasta natúrliga kelda til B12-vitaminir er matur av djórum, eitt nú kjøt, egg og mjólkarúrdráttir.

Ein annar trupulleiki við summum plantudrykkum er, at har er nógv sukur koyrt í.

Kelda: www.maelken.dk