Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Súrgað mjólk við acidophilus gróðri

30-04-2018

Leitar tú eftir einari sunnari og lekkrari morgun- og ella millummáltíð, so hevur Raska vøruna til tín. Súrgað mjólk er ikki ein nýggj vøra hjá Rasku, men hon er nú broytt í innihaldi og somuleiðis er pakkningurin spildur nýggjur.

Acidophilus er gott fyri immunverjuna 

Mjólkasýrubakteriur av slagnum Lactobacillus acidophilus, sum eru í ávísum súrmjólkavørum styrkja um órinsverjuna soleiðis, at kroppurin lættari klárar at berjast í móti einari virusígerð.

Serliga eru tað børn og eldri fólk ið dagliga fáa mjólkasýrubakteriur, sum verða vard í móti loftvegis ígerðarsjúkum sum influensu og forkølilsi. 

Tað er Gudrun Weiss frá háskúlanum í Keypmannahavn, sum hevur loyst hesa gátu. Hon sigur, at tey eru komin fram til hvussu bakteriurnar heilt nágreiniliga styrkja um immunverju kyknurnar. Hon metir at man í framtíðini kann geva sjúklingum eina skjóta og góða viðgerð t.d í móti influensu. Hetta fer at gera at sjúkradagarnar kunnu styttast hjá fólki.