Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Tað fríska ljósareyða nú eisini sum smájogurt

02-02-2018

Nú kanst tú taka súrepli, reyðrót og lime við tær allastaðni

Ert tú fjeppari av vælumtókta jogurtinum við súrepla, reyðrót og lime smakki, so fært nú eisini møguleikan at njóta tað sum eina "tak við" vøru.

Smájogurtini hjá okkum eru 150 gr av leskiligum jogurti við lok og skeið, sum ger tað sera einfalt at hava við sær í gerandisdegnum.

Síðani vit settu litursjogurtið í framleiðslu við fríska og lekkra súra smakkinum kunnu vit bert staðfesta, at kundin hevur tikið ómetaliga væl í móti øðrvísi jogurtinum.

Vit vóna at smájogurtið verður eins væl móttikið, sum 1 liturs jogurtið. Súrepli,reyðrót og lime er møguligt at keypa í handlunum í komandi viku.