Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Vit eru gjørd at drekka mjólk

19-02-2018

Um tú ikki hevur laktosu ovurviðkvæmi, so eru tað bara fyrimunir fyri teg at drekka kúgvamjólk

Ein kúgv er rættiliga snild. Hon kann umseta grasið hon etur, sum ikki er mannaføði til mjólk, ið kemur úr júgrinum.

Eftir røttum hevði kúgvin uppiborið heiðursmerki fyri sína góða tænstu fyri okkum menniskju. Seinastu árini hava vit sæð eitt rák við ymiskum mytum, um hví vit ikki skulu drekka kúgvamjólk. Ein myta sigur tildømis, at menniskju ikki skulu drekka laktosu (mjólkasukur), tí at okkara kroppur ikki er gjørdur at bróta tað niður. 

Veruleikin er at vit menniskju hava drukkið mjólkasukur síðani steinaldurin. Tískil eru okkara tarmar (gjøgnum arvafrøðiligt úrbregi) mentir at sodna og brenna mat sum inniheldur mjólk. 

 

Mjólkvøra er ikki farlig - heldur hinvegin

Granskarar í Danmark hava kannað vísindagransking, sum er gjørd innan mjólk og mjólkavørur sum heild.  Teir hava kannað, um tað er sunt ella vandamikið fyri okkara heilsu at drekka mjólk ella eta mjólkvørur. Teir komu fram til at mjólk og mjólkavørur ikki gera okkum nakran skaða.  

Hinvegin komu teir fram til at mjólk og mjólkavørur kunnu minka um vandan fyri hjarta-kar sjúkum, heilabløðing og krabba. Hetta eru bert nøkur av dømunum, sum kanningin kom fram til. 

 

Vit mugu fáa nokk av Kalsium

Fyri at varðveita eina sunna og sterka beinagrind, er tað umráðandi at vit fáa tey neyðugu føðsluevnini í okkum. 
Kalsium (kálkur) er sera umráðandi, um vit ynskja eina sterka beinagrind, sum skal bera okkum gjøgnum eitt langt og gott lív.

Umleið 1 kg av kropsvektini hjá einum frískum persóni, er Kalsium, og av hesum er bróðurparturin at finna í sjálvari beinagrindini. 

Tað eru ikki bert tey sum standa í vøkstri, sum skulu hava kálk til beinagrindina. Tað er altavgerandi at beinagrindin verður styrkt óansæð, um tú ert ungur, eldri ella tilkomin.

Umframt at Kalsium er at finna í mjólk, so eru brokkoli, bønir, fullkornsvørur, nøtur og lítil feitur fiskur eisini góðar keldur til eitt høgt kalsium innihald. 

 

D-vitamin neyðug fyri Kalsium

Um kroppurin skal upptaka kalsium, er neyðugt at tú fært nóg høgt virði av D-vitamin í kroppin. Hevur tú eitt lágt virði av D-vitamin í kroppinum, og roynir at geva kroppinum kalsium, so er alt stríðið til onga nyttu. Tað er trupult at upptaka kalsium, um tú manglar D-vitamin. 

 

Tað er eingin grund at stúra fyri kúgvamjólkini, tí okkara góða mjólk frá Rasku er góð fyri teg.  Og umvegis lættimjólkina við D-vitamin kanst tú tryggja tær betur møguleika at upptaka kalsium í kroppinum. 

 

@Kelda: Videnskab.dk