Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Amerikanskar pannukøkur

Arbeiðsháttur

Píska mjøl og mjólk saman við einum hondmiksara. Píska egg og restina av tilfarinum í. Set deiggið at hvíla í 10 minuttir. Hita eina lítla pannu við smøri. Stoyt uml. ½ dl av pannukøkudeiggi á pannuna. Lættast er at stoyta úr eini kannu. Baka tjúkkar pannukøkur, uml. 1 minutt á hvørjari síðu. Vend pannukøkunum, tá ið deiggið er stívnað á yvirflatuni, og baka hina síðuna, til hon er gylt brún. Borðreið við hvíta og akaciehunangi.

Prei
"Eru vit í árstíðini fyri bláber, so er tað gott hugskot at hava tey sera væl afturvið"

Tilfar

1 egg
½ spsk. av sukri
½ tsk. av vaniljusukri
¼ tsk. av salti
1 tsk. av bakipulvuri
1 spsk. av olju
2 dl av mjólk
125 gr av hveitimjøli
Smør til pannuna

Fakta