Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Arbeiðsháttur

Vaska lunguni, hjartað og livurina, um tú brúkar hana. Legg tað so í eina stóra pannu við vatni saman við fráskorna kjøtinum og kóka í tveir tímar.

Tá tað er liðugt at kóka, skalt tú goyma vatuna og seta hana til síðis

Hakka síðan lunga, hjartað og fráskorna kjøtið

Lat síðan alt í ein bolla saman við fínt skorna leykinum, hveitimjølinum og kryddinum. Elt væl stoyt so mikið av vætuni í, at blandingin verður bleyt.

Konsistensurin skal vera bleytt morlutur.

lat so alt í yndurið, so tað er umleið hálvfult. Seyma yndurið saman við einum sterkum tráði og prika nøkur smá hol í, so tað ikki brestur, tá tað kókar.

Lett so yndurið í eina grýtu við som mikið av vatni, at yndurið er undir og kóka í tríggjar tímar uttan lok. Blív við at stoyta meira vatn á, so yndurið alla tíðina er undir.

Tá kókað er, serverar tú tað sundurskorið saman við súltaðum rótum og mosaðum eplum.

Tilfar

Eitt yndur
Avroð frá einum lambi
0,5 kilo av hakkaðum fráskornum kjøti
Tveir smátt hakkaðir leykir
225 gram hveitimjøl
1 spsk. salt
1 tsk. pipar
1 tsk. koriander
1 tsk. muskatblommu
1 tsk. muskat
Og nóg mikið av vatni til at kóka haggisyndurið
Terningar

Fakta