Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Holukøkur


Arbeiðsháttur

Rørið mjøl, sukur og natron saman.
Rørið síðan eggini í.
Heitið holukøkupannuna, og latið feitt í holurnar.
Fyllið holurnar við uml. 2/3 av deiggi.
Bakið holukøkurnar við makligum hita og vendið, áðrenn deiggið verður stívt.

Tilfar

250 g av mjøli
1 spsk. av sukri
½ tsk. av natroni
½ l av blaki
2 egg
50-75 g av bráðnaðum palmini ella margarini til at baka við

Fakta

Tíð: 5-6 minuttir
Portiónir: 30 holukøkur
Vøra: