Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Hvítukaka


Arbeiðsháttur

Leggið husblassið í kalt vatn í 5 min. Rørið hvítuna, súrróman, sukrið og sitrónskalið saman.

Takið husblassið úr vatninum, smeltið tað í vatnbað. Kølið husblassið við sitrónsevjuni og stoytið tað í hvítublandið, meðan rørt verður. Pískið róman og vendið hann varliga í hvítublandið. 

Leggið ein lagkøkubotn í ein springform og stoytið hvítublandið í, leggið síðan ein lagkøkubotn omaná.

Setið køkuna kalt og sáldið florsukrið omanyvir, áðrenn borðreitt verður.


Eisini ber til at gera ein botn við 250 g av fullkornshveitikeksum, sum verða brotnar sundur og blandaðar við 100 g av smeltaðum smøri.

Tilfar

4 bløð av husblassi
250 g av hvítu (1 bikar)
250 g av súrróma 18% (1 bikar)
120 g av sukri
2 tsk. av rivnum sitrónskali
2 spsk. av sitrónsevju
2½ dl av róma
2 lagkøkubotnar
Pynt: florsukur

Fakta

Tíð: 20 minuttir