Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Jólakringla (úr bókini "Leskilig jól")


Arbeiðsháttur

Arbeiðsháttur:

  • Loys gerina upp í flógvu mjólkini
  • Sker smørið í smáar bitar og morla í hveitimjølinum
  • Blanda alt tilfarið saman og elt væl, til deiggið sleppir ílatinum
  • Set deiggið at ganga á flógvum staði í uml. 30 min.

 

  • Píska smørið, sukrið og kanelið væl saman
  • Knúsa makrónirnar
  • Flys súreplini og rív grovt
  • Rulla deiggið út til ein fýrakant uml. 25x80 cm á mjølstroytt borð
  • Smyr smørblandingina á deiggið, stroy makrónurnar og rivnu súreplini omanyvir
  • Rulla saman eftir langsíðuni og legg á bakipappír í bakarovnsskuffu. Evna til eina kringlu. Legg skoytið niðureftir
  • Sker eina djúpa foyru eftir longdini niður í kringluna og trýst á, so kringlan breiðkar
  • Set at ganga á flógvum staði í 30 min.

 

  • Pensla kringluna við samanpískaða egginum og stroy heslinøtuflykrurnar og perlusukurið omanyvir
  • Hita ovnin til 200° og baka mitt í ovninum uml. 20 min.

 

Hugskot: Tú kanst gera tvær longdir í staðin fyri eina kringlu

 

Úr bókini Leskilig jól

Tilfar

Tilfar:
25 g av ger
1 dl av flógvari mjólk
100 g av smøri
Uml. 300 g av hveitimjøli
1 egg
2 súpisk. av sukri

Súreplafylla:
100 g av smøri
100 g av sukri
2 tesk. av kaneli
50 g av makrónum
1½ súrepli

Omanyvir:
1 samanpískað egg
20 g av heslinøtuflykrum
2 súpisk. av perlusukri

Fakta

Vøra: