Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Jarðberjadesert (úr bókini Lætt & Leskiligt)


Arbeiðsháttur

Brót makrónurnar og koyr tær í eina glasskál. Koyr greytin oman yvir makrónurnar

Legg husblassini í kalt vatn í 5 min.

Píska jogurtið og súrgaðu mjólkina saman vi vaniljusukrinum.

Tak husblassini úr vatninum og smelta yvir vatnbað.

Rør 2 ssk av jogurtinum í smeltaða husblassið og píska tað í restina av jogurtblandingina.

Sker bananirnar í tunnar flísar og koyr tær oman yvir greytin.

Koyr at enda jogurtblandingina oman yvir bananirnar.

Set skálina kalt, til hon skal borðreiðast.

Tilfar

15 makrónur
½ ltr. av jarðberja- ella rabarbugreyti
4 bløð av husblassi
3 dl av Jarðberjajogurt
2 dl av súrgaðari mjólk
2 tsk av vaniljusukri
3 bananir

Fakta

Tíð: 15 minuttir
Vøra: