Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Jolalig Ostakoka


Arbeiðsháttur

Botnur:

Finn eitt køkufat ella ein tallerk, og set ein bakiform (18 cm) uttan botn á fatið. Eigur tú køkuplast,
so legg tað fram við síðunum á forminum. Brót keksirnar í einum blendara. Smelta smørið, og rør smeltaða smørið saman við keksamolunum, kaneli, ingiferi og hakkaðum mandlum. Trýst blandingina í botnin beinleiðis á køkufatið - trýst væl saman, og royn at slætta botnin við botninum á einum glasi. Set botnin í køliskápið.

Ostakrem:

Legg límbløðini í eina skál við køldum vatni í 10 minuttir. Rív appilsinskalið fínt og píska tað saman við rómaosti, sukri og vaniljusukri. Píska róman í einum øðrum bolla. Vend pískaða róman í ostakremið. Kroyst vatnið úr límbløðunum og hita tey í fá sekund í mikroovinum. Rør appilsinsaft saman við einari súpuskeið av kremi, og brúka hetta til at køla husblassið við – rør tað væl saman og rør síðan saman við ostakreminum. Breið ostakremið út yvir keksabotnin og set kalt í minst ein tíma.

Gelé: Legg límbløðini í eina skál við køldum vatni í 10 minuttir.  Stoyt kirsiberjasósina gjøgnum eina sílu, so berini ikki koma við í grýtuna. Hita kirsiberjasós og appilsinsaft. Kroyst vatnið úr límbløðunum og rør tey í heitu saftina. Set kirsiberjasósina kalt í 10 minuttir. Stoyt varliga, í einari tunnari strálu, kirsuberjageléið á ostakremið. Set køkuna í køliskápið í minst 4 tímar – helst alla náttina.

Pynt: Pynta sum tær lystir. Vit hava pyntað við tunnum strípum av hvítari sjokulátu, blaðgulli og einum marsipanhjarta, sum er gjørt við at rulla eitt petti av marsipani út og gera eitt hjarta við einum hjartaformi. Stroy sukur á og set tað í nøkur sekund undir grillina í ovninum.

 

Tilfar

Botnur:
200 g av digestive keksum
40 g av hakkaðum mandlum
110 g av smøri
1 tsk av kaneli
½ tsk av ingeferi

Ostakrem:
4 límbløð
100 g av hvíta
300 g av rómaosti
3 dl av róma
100 g av sukri
½ dl av appilsinsaft
Skal av einari vistfrøðiligari appilsin
1 tsk av vaniljusukri
Gelé:
1½ límblað
250 ml av kirsiberjasós (uttan ber)
Saft frá einari hálvari appilsin

Fakta