Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Kjøtbollar og egg við súrróma


Arbeiðsháttur

Kóka seks egg, so tey eru hartkókað. Sker tey í helvt á longu síðu og tak gulan úr. 

Mosa gulan og blanda hann við paté ella livurpostei.

Í einum øðrum bolla blandar tú súrróma við majones, salt, pipar og krydd, sum tær dámar.

Blanda so súrrómablandingina við egg og paté blandingini, so tað er mjúkt.

Fyll so eggahvítan við blandingini.

Tilfar

0,5 kilo blandað hakkikjøt. Gularøtur, leyk og persillu. Smátt hakkað.
Hálvur leykur,
Hvítleyk eftir hug
Breyð bloytt í mjólk
Egg

Blandað alt við salt og pipar og ger tað til kjøtbollar. Steik teir á pannuni.
Servera so kjøtbollarnar saman við eggunum. Sera væl smakkandi.

Fakta