Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Konfekt við appilsintrøffil (úr bókini "Leskilig jól")


Arbeiðsháttur

Arbeiðsháttur:

  • Smelta 2/3 av myrku sjokulátuni í vatnbaði
  • Tak av hitanum. Sker restina av sjokulátuni smátt og rør í
  • Pensla smáar formar við sjokulátuni og lat harðna

 

  • Stoyt róman í grýtu og lat koma upp á kók. Tak av hitanum
  • Sker sjokulátuna smátt, smørið í smáar bitar og koyr í heita róman
  • Rør í, til sjokulátan og smørið eru smeltað
  • Rív skalið á appilsinini fínt og koyr í. Lat kólna eitt sindur
  • Fyll trøffilkremið í ein plastikposa. Klipp eitt lítið hol í hornið og sproyta í sjokulátaformarnar
  • Set kalt, til konfektin verður sett á borðið

Úr bókini Leskilig jól

Tilfar

Tilfar:
100 g av myrkari sjokulátu

Trøffelkrem:
1 dl av róma
100 g av myrkari sjokulátu
25 g av smøri
Rivið skal av ½-1 appilsin

Fakta

Portiónir: 15-20 stk.