Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Mintísur við kokusmarengs


Arbeiðsháttur

Skil eggjahvítan og eggjareyðan og goym eggjareyðan til ísin. Píska hvítan til hann verður stívur og blanda síðan sukurið spakuliga í skeið fyri skeið. Lat eina skeið í og blanda til sukurið bránað og síðan eina skeið afturat. Blív við til alt sukurið er blandað saman við hvítanum. Síðan letur tú 50 gram av kokus í blandingina og eltur tað spaluliga til tað er væl blandað.
 

Síðan skalt tú skilja blandingina í tveir eins stórar partar og breiða tað út á bakipappír í ta stødd, sum hóskar til serveringsfatið, sum tað skal serverast á.
 

Set inn í ovnin á 150 hitastig til botnarnir eru turrir. Tað verður umleið 70 minuttir.
 

Tak tað út og lat tað kølna.
 

Síðan skalt tú gera ísin.  
 

Stoyt hálvan litur av róma í ein bolla og píska hann til hann er hóskiliga stívur. Lat síðan róman standa, meðan tú pískar eggjareyðarnar saman við sukuri. Blanda til sukurið er smelta. 
 

Tak mintsjokulátuna og hakka hana sundur í heilt smáar bitar. Blanda síðan róman, eggjareyðan og sjokulátuna saman, meðan tú letur vanilju korn ella pulvur í eftir smakki. 
 

Legg síðan annan marengsbotnin í formin og lat so íblandingina omaná marengsbotnin. Legg síðan marengstoppin omaná og set síðan kokusísin í frystaran í 12 tímar.
 

Servera saman við einum góðum kaffimunni.
 

Vælgagnist.

Tilfar

6 egg
250 gram sukur
50 gr kokus
0,5 litur av róma
Eina vaniljustong ella vaniljupulvur
250 gram mintsjokolátu

Fakta

Tíð: 80 minuttir botnur, 12 tímar frystarinum
Vøra: