Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Ostabollar (úr bókini "Lætt & Leskiligt" 2'arin)


Arbeiðsháttur

Loys gerina upp í flógva vatninum.

Rør restina av tilfarinum í, hveitimjølið seinast, og elt væl, til deiggið sleppur ílatinum.

Set deiggið at ganga í uml. 30 min.

Elt deiggið aftur, evna 25 bollar, og set á bakarovnsplátu, sum er klødd við bakipappíri.

Set at ganga á flógvum staði í 30 min.

Hita ovnin til 200° og baka mitt í ovninum í uml. 15-18 min.

Tilfar

50 g av pressuger
2 dl av flógvum vatni
2 ssk av olju
2 dl av blaki
2 tsk av salti
100 g av rivnum osti (20-30+)
3 ssk av persillu
200 g av fullkornshveitimjøli
uml. 500 g av hveitimjøli

Fakta

Tíð: 1,5 tíma
Portiónir: 25 stk
Vøra: