Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Shepherds pie


Arbeiðsháttur

Fyrst flysir tú eplini og sker tey í eins smáar bitar og kókar tey umleið 15 minuttir. Koyr eitt sindur av salti í vatni, sum tú skalt kóka eplini í.

Meðan eplini kóka, gert tú fylluna, sum er skjót at gera. Koyr kjøtið á pannuna og steik tað eina løtu til feittið er um at loysa seg frá. Stoyt feittið frá. 

Síðan koyrir tú gularøturnar og leykin á pannuna og blandar tað við kjøtinum og einum sindri av bót og vatni og tomat sós ella tomat pasta. 

Umframt tað koyrir tú timian og rosemary á pannuna og letur tað síðani kóka spakuliga. 

Meðan tað kókar, ætlar tú um, hvussu nógv av Worchester sós tú koyrir í. Smakkað soðið, so tú veitst, hvussu tað smakkar. Heldur tú, at tað smakkar væl, so ert tú á rættari leið.

Tá eplini eru liðug at kóka, koyrir tú eplini í ein bolla ella eitt fat, sum tú skalt brúka til at mosa tey í. Tú blandar lættimjólk, smør og egg saman og mosar tað so til eplamorl.

Tá fyllan er niðurkókað, tvs. vætan í fylluni er minkað nakað, stoytir tú fylluna í eitt fat og dekkar hana so við eplamorlinum.

Set fatið inn í ovnin í umleið 25 minuttir við 250 hitastigum.

Tilfar

Fyllan:
Smør umleið 25 gr
Lambskjøt malið 2 kg
Tvær stórar gularøtur skornar í smáar bitar.
Ein stóran leyk ella tveir smáir leykir skornir í smáar bitar.
Rosemary og timian - eftir smakki
Hvíttleykur 4 petti
Salt og pipar eftir smakki
Worchester sós eftir smakki
Tomatpure ella tomatpasta
Høsnabót - ein terning

Eplamorl:
Tvey kilo av eplum (skotsk eplir)
mjólk
Smør
Salt og pipar

Fakta

Tíð: 1-1,5 tíma
Vøra: