Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Sjokulatukaka vid kirsuberjamousse


Arbeiðsháttur

Sjokulátubotnur

100 g av myrkari sjokulátu 35 g av putursukri 1 dl av mjólk 70 g av smøri 1 egg 100 g av sukri 1 tsk av vaniljusukri 100 g av mjøli ½ tsk av bakipulvuri

 

Smelta sjokulátu, putursukur, mjólk og smør við lágum hita. Tá ið alt er smeltað væl saman, tak so av plátuni og lat kólna.

Píska egg, sukur og vaniljusukur lætt og ljóst.

Rør smeltaða sjokulátublandið við eggjasnapsinum og blanda síðan mjøl og bakipulvur í.

Baka kakuna í einum fýrakantaðum formi (uml. 20 x 20 cm) á 175 stigum í umleið 20-22 minuttir. Lat kakuna kólna.

 

Kirsuberjamousse 3 límbløð 90 g av kirsuberjasós – uttan ber 75 g av sukri ½ dl av sitrónsaft 120 g av hvítu 3 dl av róma

Legg límbløðini í eina skál við køldum vatni í 10 minuttir. 

Hita kirsuberjasós, sukur og sitrón, til tað kókar, so at sukrið smeltar. Tak grýtuna av plátuni. Kroyst vatnið úr límbløðunum og lat tey smelta í heita kirsuberjalakanum. Set síðan kalt – í umleið 10 minuttir.  

Píska róman við einum pískara og rør síðan hvítuna í skúmið við einari skeið. Blanda kirsuberjalakan við rómablandinum og stoyt oman á sjokulátubotnin. Set kalt alla náttina.

Sker køkuna í puntar og pynta við jólaligum pynti, td. reyðum átbærum blómubløðum, drotningamandlum og lakresskúlum við hindberjadusti.

Tilfar

.

Fakta