Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Skinkuterta (úr bókini "Lætt & Leskiligt")


Arbeiðsháttur

Blanda alt tilfarið til botnin saman.

Rulla úr og koyr í ein smurdan tertuform, 25 cm í tvørmáti

Príka í deiggið við einum gafli

Hita ovnin 180° og baka mitt í ovninum í 10 min.

Sker purrurnar í flísar og dampa í lættsaltaðum vatni í 5 min.

Koyr purrurnar í eina sílu og lat vatnið renna frá.

Legg purrurnar og skinkubitarnar á bakaða tertubotnin.

Píska súrgaðu mjólkina saman við restini av tilfarinum og stoyt omanyvir.

Set tertuna inn í ovnin aftur í 30-40 min, ella til fyllan er føst og brúnlig á liti.

Tilfar

175 g av hveitimjøli
60 g av rugmjøli
1/2 tsk. av salti
2 ssk. av olju
1 dl av køldum vatni
3 stórar purrur
100 g av skinku í bitum
2 dl av súrgaðari mjólk ella hvítu
1 egg
2 ssk. av hveitimjøli
1/2 tsk. av timiani
1/2 tsk. av salti
1/4 tsk. av pipari

Fakta

Tíð: 1 tíma
Vøra: