Bólkar

Døgverði

Share:

28.10.2026

Dumplings í rómasós

Broysknar dumplings, grønmeti og spinat í einari kremutari karrysós við róma. Alt verður gjørt á somu pannu, so tað er bæði lætt, skjótt og lekkurt. Til: 3-4 fólk

ArbeiÐsháttur:

Steik dumplings

Hita eitt sindur av olju á einari stórari pannu. Legg dumplings á og steik tær, til tær fáa ein gyltan lit. Tak tær síðani av pannuni.

Koyr grønmetið í
Sker piparfruktina og leykin í tunnar strimlar. Koyr á pannuna saman við pressaðum hvítleyki og steik eina løtu.

Ger karrysósina
Koyr karry paste á pannuna og steik hana stutt saman við grønmetinum. Stoyt síðan róma, vatn og soja í og rør saman. Koyr hunang í og smakka til við salti og pipari.

Lat dumplings kóka lidnar í sósini
Legg dumplings niður í sósina og lat tær smákóka undir loki, til tær eru gjøgnumhitaðar og lidnar.

Spinat at enda við
Vend spinatið í beint áðrenn servering og lat tað fella saman í heitu sósini.

Hugskot:
Toppa við várleyki, sesamfræjum og einum sindri av lime.

Tilfar

  • 400 g dumplings
  • 1 reyða piparfrukt
  • 3 Stórar nevar av spinati
  • 1–2 spsk reytt curry paste
  • 2,5 dl róma
  • 1 dl vatn
  • 1 lítlan reyðleyk
  • 1–2 fet av hvítleyki
  • 1 spsk soja
  • 1 tsk hunang
  • Olju til steiking
  • Salt og pipar
  • Sesamfræ og várleyk til pynt
  • Lime, um tær dámar eitt sindur av frískleika