Bólkar

Baking

Share:

06.12.2024

Jóla ostakøka

Ein jólalig ostakøka við rís a la mande, kirsuberjasós, siropskøkum og appilsin. Køkan smakkar so væl og samansetingin fær okkum øll í jólahýr og hon er deiligani løtt at pynta.

ArbeiÐsháttur:

Botnur:
Smelta smørið og morla siropskøkurnar.
Rør alt saman og koyr tað í ein rundform og set á køl.

Fylla:
Legg límbløðini í kalt vatn í minsta lagið 10min.
Koyr tey síðani í eina skál og lat tey smelta yvir einum vatnbaði.

Rør rómaostin í rísingreytin og síðani pískaðan róma í.

Smakkað til við vaniljusukri og sukri/florsukri.

Rør límbløðini væl í greytin og síðani legg greytin oman á keksabotnin og inn í køliskápið aftur.

Kirsuberja gele:

Legg límbløðini í kalt vatn í 10min.

Hita ein pakkað av kirsuberjasós (blendað/puré) í einari grýtu, saman við appilsin sevjuni og til seinast koyr límbløðini í heitu kirsuberja sósina.

Lat sósina kólnað og síðani koyr oman á restina av køkuni.

Og best er at køkan stendur á køl yvir nátt.
Pynta við berjum, mandlu bitum og sjokolátu, ella eftir ynski.

Tilfar

Botnur:

170 g Siropskøkur

75 g    Smør

 

Fylla:

400 g av køldum rísingreyti

130 g Rómaost

2,5 dl Róma at píska

3 límbløð

3 tsk vaniljusukur

Smakka til við sukri ella florsukri

 

Kirsuberja gele:

2,5 dl kirsuberja sós (Blendað)

2 spsk appilsin vætu

4  límbløð