Bólkar

Baking

Share:

24.02.2025

Marglætis føstulávintsbollar

Marglætis føstulávintsbollar. Teir eru fyltir við lekkrari karamel sós, heimagjørdum hindberjakompot, fyltir við lekkrum føroyskum róma og myrkari sjokolátu omaná. - Hesir eru til teirra, ið ikki tíma teir vanligu føstulávintsbollarnir, men vilja hava eitt vet meiri marglæti.

ArbeiÐsháttur:

Set ovnin á 200 hitastig, við yvir/undir hita, baka í 30-32 min, hygg eftir litinum

 

Byrjað við at hita vatn í eini grýtu, lat síðan smørið í.

Sálda mjøl í grýtuna og rør væl saman.

Tak av plátuni og lat blandingina kólnað eitt vet, síðani verða eggini rørd í – eitt í senn.

Lat kólna.

 

Nýt ein tyll/sproytuposa at seta føstulávintsbollarnar á eina bakiplátu, við nokk av plássi ímillum hvønn.

 

Baka á 200 hitastig í 32-35 min. Hygg at litinum, tá ið teir gerast gyltir eru teir við at vera klárir. Lat teir ikki blíva ov myrkar.

 

Karamel sós:

Smelta karamellurnar varliga í grýtuni, á lágum hita.

Lat róman í og lat simra varliga til tað líkist karamelli.

 

Hindberja kompot:

Kóka hindberini og sukrið saman á miðal lágum hita, til alt er kókað væl saman.

Tilfarið verður nú blendað saman og síðani sáldað,  fyri at sleppa undan kjarnunum.

 

Rómi:

 1 pk Róma til fyllu

 

Sjokoláta omaná:

 Smelta góða og myrka sjokolátu

Tilfar

Vandbakkelse:

5 dl Vatn

250 g Smør

260 g Mjøl

6 Egg

 

Karamell:

125 g Rómakaramellur (Werthers’S Orginal)

0,5 dl Róma

Hindberja kompot:

250 g Fryst hindber

125 g sukur

 

Sjokolátu glaring:

Myrk sjokoláta

 

Rómi til fyllu:

1 pk róma