Maskinistur til tekniska toymið á mjólkavirkinum.

Um starvið:
MBM er ein fyritøka í støðugari menning og vit framleiða nógvar ymsar vørur.
MBM søkir dugnaligt og álítandi starvsfólk at byrja skjótast gjørligt til framleiðsluna. Talan er um eitt spennandi starv, har tú sum maskinistur hevur ábyrgd av viðlíkahald og umvæling av framleiðslutøknini. Tú verður partur av einum tekniskum toymið, har uppgávurnar eru fjølbroyttar.
Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum dynamiskum umhvørvi,  saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.
Arbeiðsuppgávur
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
• Viðlíkahald av pakkimaskinum
• Viðlíkahald av framleiðslutøkni
• Uppsetan av nýggjum maskinum
• Loysa trupulleikar ið uppstandast
• Ymsar fyrifallandi uppgávur á virkinum
Vit vænta at tú:
• Hevur evnir og hug at seta teg inn í nýggja tøkni
• Ert áhaldandi og hevur miðvíst arbeiðslag
• Ert opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta
• Ert skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd
Vit bjóða tær:
• Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum
• Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
• Hollar og hjálpsamar starvsfelagar
• Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi
• Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir
Setanarviðurskifti
Talan er um starv, sum er ásett at verða 40 tímar um vikuna. Starvsetan eftir avtalu. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu, og afturat lønini verður knýtt ein eftirlønarskipan.
Spurningar?
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tony Weyhe, Virkisleiðari – telefon 36 20 59, teldupost tw@mbm.fo
Umsókn
Umsókn við prógvum og CV kann sendast til hr@mbm.fo (Viðmerk: maskinistur) í seinasta lagi mánadagin 29.august 2022, kl.12.00.
Vit taka ímóti umsóknum og halda samrøður so hvørt.