Maskinoperatør til mjólkavirkið

MBM er ein fyritøka í støðugari menning og vit framleiða nógvar ymsar vørur.

Nú søkir MBM ein dugnaligan og álítandi maskinoperatør at byrja skjótast gjørligt.
Talan er um eitt spennandi starv, har tú sum operatørur hevur ábyrgd av at koyra og viðlíkahalda pakkimaskinur.
Tú verður partur av einum pakkitoymi, har uppgávurnar eru fjølbroyttar.
Umframt hetta kemur tú eisini at samstarva við tekniska toymið á virkinum.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum dynamiskum umhvørvi, saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.

Arbeiðsuppgávur
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

  • Koyra og viðlíkahalda pakki maskinur
  • Verða partur av reingerðarskipanini á virkinum
  • Ymsar fyrifallandi uppgávur á virkinum

Arbeiðsuppgávur

  • Hevur evnir og hug at seta teg inn í nýggja tøkni
  • Ert áhaldandi og hevur miðvíst arbeiðslag
  • Ert opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta
  • Ert skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd

Vit bjóða tær:

  • Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum
  • Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
  • Hollar og hjálpsamar starvsfelagar
  • Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi
  • Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir

Setanarviðurskifti

Talan er um starv, sum er ásett at verða 40 tímar um vikuna. Starvsetan eftir avtalu.
Lønin verður ásett eftir nærri avtalu, og afturat lønini verður knýtt ein eftirlønarskipan.

Spurningar?

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tony Weyhe, Virkisleiðari – telefon 36 20 59, teldupost tw@mbm.fo

Umsókn

Umsókn við prógvum og CV kann sendast til hr@mbm.fo (Viðmerk: maskinoperatør) í seinasta lagi Fríggjadagin 10.juni 2022, kl.12.00.

Vit taka ímóti umsóknum og halda samrøður so hvørt.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tony Weyhe, Virkisleiðara, á

telefon 36 20 59, ella á telduposti: tw@mbm.fo