    "componentChunkName": "component---src-templates-post-js",
    "path": "/virkisvitjanir-a-mbm",
    "result": {"pageContext":{"id":"cG9zdDoyOTY1","title":"Virkisvitjanir á MBM","data":{"id":"cG9zdDoyOTY1","title":"Virkisvitjanir á MBM","slug":"virkisvitjanir-a-mbm","date":"2026-09-16T11:09:49","content":"<p class=\"x_MsoNormal\"><span data-ogsc=\"black\" data-olk-copy-source=\"MessageBody\">Tað er nakað serligt at síggja framleiðslu við egnum eygum. At hoyra maskinurnar arbeiða, kenna luktin av nýggjari framleiðslu og fáa søgurnar handan vørurnar, sum vit seta á borðið hvønn dag. Hetta er ein uppliving, sum nógvir næmingar, lesandi og fyritøk<span data-ogsc=\"black\">ur<span data-ogsc=\"black\"> fáa, tá tey vitja MBM.
\n<p class=\"x_MsoNormal\"><span data-ogsc=\"black\"> <span data-ogsc=\"black\">Hvørt ár eru nógv, sum leggja leiðina framvið á Vegnum Langa 31 í Hoyvík.
\n<span data-ogsc=\"black\">Vitjandi eru alt frá næmingum í 1.flokki til lesandi á Fróðskapasetrinum, umframt fyritøku<span data-ogsc=\"black\">r, <span data-ogsc=\"black\">felagsskapir og aðrir áhugabólkar.
\n<p class=\"x_MsoNormal\"><span data-ogsc=\"black\">Felags fyri tey øll er forvitnið eftir at síggja, hvussu ein av føroysku matvøruframleiðarunum arbeiða í gerandisdegnum.
\n<p class=\"x_MsoNormal\"><span data-ogsc=\"black\"> 
\n<p class=\"x_MsoNormal\"><span data-ogsc=\"black\">Á einari virkisvitjan fáa vitjandi innlit í ferðina mjólkin hevur frá bóndanum og fram til liðugt framleiddu vøruna, ið vit síggja í kuldaskápinum, heima og í handlinum.
\n<p class=\"x_MsoNormal\"><span data-ogsc=\"black\">Sum vitjandi fáa tey kunning um arbeiðsgongdir, góðskutrygd, framleiðslu og logistikk, men eisini ein lítlan brellbita um tey fólkini, sum hvønn dag arbeiða fyri at tryggja føroyskum húsarhaldum dygdarvørur úr føroysku mjólkini.
\n<p class=\"x_MsoNormal\"><span data-ogsc=\"black\"> 
\n<p class=\"x_MsoNormal\"><span data-ogsc=\"black\">Fyri teir yngru næmingarnar er tað hugaligt at síggja hvussu kendu mjólkarvørurnar verða framleiddar. Fyri eldri næmingar og lesandi gevur vitjanin eitt dýpri innlit í føroyska vinnulívið og matvøruframleiðslu.
\n
\n<p class=\"x_MsoNormal\"><span data-ogsc=\"black\">Mong fara heimaftur aftur við eini størri fatan av samanbandinum millum landbúnað og matframleiðslu. Samstundis er tað ein áminning um, hvussu týdningarmikið tað er at varðveita og menna føroyska matvøruframleiðslu í eini tíð, har nógv verður framleitt og innflutt úr øðrum londum, so vit eisini í framtíðini kunnu njóta føroyskar dygdarvørur úr føroysku mjólkini.
\n
\n
\n<p class=\"x_MsoNormal\"><span data-ogsc=\"black\"> 
\n
\n","seo":{"title":"Virkisvitjanir á MBM","metaDesc":"","opengraphImage":{"sourceUrl":"https://wp.mbm.fo/wp-content/uploads/2026/09/Untitled-design-5.png"}},"featuredImage":{"node":{"sourceUrl":"https://wp.mbm.fo/wp-content/uploads/2026/09/Untitled-design-5.png"}}}}},
    "staticQueryHashes": ["3054412702","63159454"]}