Søkt verður eftir leiðara til verkstaðið hjá Búrøkt

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi. Vit leggja dent á gott samstarv við starvsfelagar og bjóða góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning og viðkomandi eftirútbúgving.

Vit vænta

  • Tú hevur áræði og góð samstarvsevnir, sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing, dugir væl at samstarva og samskifta við onnur.
  • Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
  • At tú veitir góða tænastu, fleksibilitet, yvirheldur allar avtalur og uppgávur, ið tú hevur við kundar.
  • Dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga.
  • Dugir og torir at taka avgerðir.
  • Hevur arbeiðsroyndir innan el og maskinur.
  • Koyrikort til persónbil.

Tú skalt hava útbúgving sum mekanikari ella aðra viðkomandi útbúgving.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir at arbeiða við størri maskinum – men ikki eitt krav.
Væntað verður at tú ert væl planlagdur/løgd, tolir skiftandi arbeiðstíðir.

Arbeiðsuppgávur:

  • Umvælingar av landbúnaðar maskinum
  • Taka lut í arbeiðinum á verkstaðnum, og hjá kundum.

 

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðar starv.
Starvsetan og løn sambært avtalu.

Upplýsingar og umsókn
Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Jákup B. Hansen, á tlf. 36 20 38, teldupost: hjbh@mbm.fo

Umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi: mánadagin 15.august 2022 kl. 12:00 og skal sendast til: hr@mbm.fo