
Sølufólk/Samskipari til farloyvisstarv
UM STARVIÐ
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fyri sølufólk/samskipara í barnsburðarfarloyvi.
Søludeildin stendur í støðugari menning og bjóðar ein sera spennandi gerandisdag við ymsum uppgávum.
Søludeildin, Raska, fevnir um alla sølu í sambandi við mjólk, mjólkarúrdrátt, ost o.a til matvøruhandlar, matstovur, stovnar, skúlar, heilsølur og so framvegis.
- Vit vænta av tær, at
– tú vitjar handlar fleiri ferðir um vikuna kring alt landið. - – tú ert áhugað/ur í sølu- og kundatænastu.
– tú setir teg inn í tær einstøku vørurnar, soleiðis at tú fært givið røttu vegleiðing til kundan.
– tú hevur koyrikort
– tú tekur ábyrgd í tínum arbeiði
– tær dámar at vegleiða og hjálpa kundum okkara
– tú trívist væl við at arbeiða sjálvstøðugt.
– tú vilt menna og styrkja tínar førleikar í sambandi við sølu
– tær dámar væl at samskifta við kundar og veita eina góða tænastu
– tú arbeiðir væl og effektivt í einum umhvørvi, har ferðin ofta er høg
– tú ert nýhugsandi og dámar væl at arbeiða kreativt
– tú raðfestir samstarv
– tú arbeiðir skipað, heldur tíðarfreistir og handlar skjótt
– tú kemur at røkja kundatænastu og sølu, sum er andlit til andlits.
– tú sum sølufólk sær týdningin í samspælinum millum kunda, tænastu og sølu.
– tú hevur gott yvirblikk og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
- VIT BJÓÐA TÆR
Vit bjóða eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv í einum kreativum umhvørvi og, ja, har tað ofta snýr seg um at hava nógvar bóltar í luftini samstundis.
Tú fært ávirkan á tín egna arbeiðsdag, og vit vænta og vóna, at tú vilt koma við tínum íkasti í at røkja sølu- og kundarøkt á søludeildini hjá MBM. - Tú kemur at vera við til/at fyriskipa smakkiroyndir, tiltøk og líknandi saman við hinum sølufólkunum.
Útbúgving og royndir eru ikki krøv, men tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir í sambandi við sølu.
Vit ímynda okkum, at tú leggur nógva orku í kundarøkt og kundasølu, sum er andlit til andlits.
Tú kemur at arbeiða í einum sølutoymi, har samstarv og jaligur hugburður eru lykilsorð.
- UMSÓKNARFREIST
Um tú heldur starvið ljóðar áhugavert, so send okkum eina umsókn í seinasta lagi hósdagin 14.Juli 2022. - Umsóknin og viðkomandi skjøl skulu sendast til: hr@mbm.fo
LØN OG SETANARTREYTIR:
Talan er um eitt starv á 40 tímar um vikuna.
Byrjað verður skjótast gjørligt og løn er sambært avtalu.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Valborg H. Laksáfoss, søluleiðara, á telefon 36 20 10 ella at skriva á hr@mbm.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.