Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Arbeiðsháttur
Deil hvítan og blommuna og píska hvítan við sukuri og vatni so hvítin verður puffutur.
Tak síðan blommurnar og koyr 5 skeiðir av sukur í og píska til sukrið er smeltað. Blanda síðan saman við hvítanum, men ikki ov nógv. Lat tað vera passaliga puffut.
Koyr mjølið í blandingina og rør leystliga. Síðan blandar tú bakupulvurið og sitrónsaftina saman og koyrir tað í blandingina. Lat blandingina í ein hóskiliga stóran form og set inn í ovnin sum skal vera 180 stig.
Tá tað er bakað, tekur tú kakuna út og sker hana sundur í tvær helvtir og koyr syruppin á báðar síður og lat standa í tveir tímar, so syroppurin fer inn í kakuna.
Síðan gert tú róma, sum tú leggur í millum og omaná. Pyntar við smeltaðari sjokolátu.
Kóka blandingina og lat romsmakk í eftir smakki. Lat síðan standa og kølna.
Tilfar
Til kakuna8 egg
1 kopp av sukur
3 súpiskeiðir av vatni
1 súpiskeið av bakipulvuri
1 súpiskeið av sitrónsaft
11 súpiskeiðir av mjøli
Syroppur
1 kopp av vatni
0,5 kop av sukuri
2 súpiskeiðir av kakao
Kremið
250 gram pískaðan róma
koyr kakao í eftir vild
Fakta
