Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Arbeiðsháttur
Blandið mjøl og sukur, og rørið tað kalda blakið í smáum.
Vaskið sitrónina og rívið skalið niður í blakið.
Setið nú grýtuna útá og fáið upp á kók, meðan rørt verður vandaliga í henni.
Latið kóka í 5 minuttir, og latið síðan sukur útí eftir smakki.
Kókið mandlurnar, flysið og kloyvið, skolið rosinurnar.
Stroyið mandlur og rosinur á borðiskin, meðan sukrið loystist upp.
Pískið síðan róman og latið annaðhvørt í suppuna ella havið afturvið.
Í staðin fyri róma ber til at gera egg út á blaksuppu.
Nýtið tá 1 egg til 1½ l av blaki.
Tilfar
1½ l av blaki1 dl av hveitimjøli
1 dl av sukri
2 spsk. av rosinum
skal av 1/2 sitrón
15 g av mandlum
1 dl av róma
Fakta
Tíð:
45 minuttir
Portiónir:
4
Vøra:

