Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Brownie við Súrgað Mjólk og Jarðberjum


Arbeiðsháttur

Sjálvt um uppskriftin sær long út, er hetta ein løtt køka at gera! Hon er best at gera kvøldið fyri at hon skal brúkast.

Botnur: - Rør saman 80gr mjøl, 40gr kakaopulvur, ¼ tsk bakipulvur, 225gr sukur og 1 tsk vaniljusukur. - Koyr síðani 2 egg og 120gr bleytt smør í. Pískað, og stoyt at enda 50gr súrgađa mjólk í, og rør alt skjótt saman - pískađ ikki ov nógv. - Koyr deiggið í ein form uml. 20/22cm í tvørmáti, og bakað á 170°C (varmluft), mitt í ovninum í 20-25min - ella til ein pinnur, prikaður í miðjuna, kemur úr køkuni uttan deiggj á. - Tak botnin út og set at køla. Tá botnurin er næstan heilt kaldur, verđur farið at gera fylluna omaná.

Omaná: - Set 8 límbløð á blot í nokk av køldum vatni, í 15-20min. - Pískað 500gr av súrgaðari mjólk, 80gr sukur, skalið + saftina av einari sitrón (uml.70gr) og 1½tsk vaniljusukur væl saman. - Hitað síðani 100gr av hesari blandingini upp til kókipunktið, sløkk hitan og koyr bleytu límbløðini í blandingina. Rør inntil øll límbløðini eru upployst. - Pískað 1pk róma ímeðan hetta kølir eitt sindur. - Koyr tey 100gr viđ upploystu límbløðunum í aftur restina av teimum 400gr. Rør saman viđ eini pískirís, og koyr til endans allan pískaða róman í og rør til hetta er væl samanblandað. -Set ílatið í køliskápið í 5-10min. Tak køkuna úr forminum, bakipappírið av, og set botnin á eitt fat. - Set ein springform, ið kann tilpassast í stødd, rundan um køkubotnin. - Aftaná 5-10min verður rørt runt í ílætinum í køliskápinum. Blandingin má ikki vera ov flótandi tá hon verđur koyrd omanyvir botnin, tí so rennur alt út ímillum springformin, men hon má heldur ikki verða heilt tjúkk.

Best er um hon sær út áleið sum bleyt fromaga, sum ikki hevur sett seg heilt. Um blandingin er ov tunn eftir 5-10min, set so ílatið aftur í køliskápið í 5-10min í senn, inntil hon er passalig. - Koyr síðani alt omaná køkubotnin, og set køkuna á køl í minst 6 tímar. Allarbest er tó um hon sleppur at standa á køl náttina yvir, minst 12 tímar. - Pyntað køkuna viđ jarðberjum, bláberjum, ribsgele - heilt eftir ynski! Til ber eisini at gera hesa køkuna í eitt størri eldfast ílat, men ger tá tvífaldaða uppskrift, og legg ikki bakipappír í botnin. Vælgagnist! :)

Tilfar

Tilfar:

Botnur:
80 gr mjøl
40 gr kakaopulvur
¼ tsk bakipulvur
225 gr sukur
1 tsk vaniljusukur
2 egg
120 gr smør
50 gr Súrgað mjólk

Omaná:
8 límbløð
500 gr Súrgað mjólk
1 Sitrón (Skalið og saft)
1,5 tsk vaniljusukur
1 pk róma

Fakta