Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Arbeiðsháttur
Soleiðis gert tú:
Hita vatn, sukur, vaniljusukur, salt og smør í einari grýtu, til tað kókar, og sukrið er upployst.
Tak grýtuna av plátuni og stoyt mjøl í beinanvegin, meðan tú rørir við nógvari megi í grýtuni – rør, til deiggið er javnt, og eingin klumpur er í. Tú kanst brúka ein pískara. Rør síðan eggini í – eitt í senn – til deiggið er samlað.
Hita palmin í einari grýtu.
Fyll deiggið í ein sproytuposa við stjørnu-strúti. Sproyta so churros beinleiðis í grýtuna – klipp, so hvørt tú heldur longdina vera hóskandi. Lat churros-stengurnar kóka, til tær hava gyltan lit – minst til at venda teimum.
Legg lidnu churros-stengurnar á køkspappír, sum sýgur feittið, og síðan í eina skál. Stroy kanelsukur á og borðreið við ísi, sum er gjørdur úr ísblandi frá Røsku.
Tilfar
Tilfar4 dl av vatni
40 g av sukri
½ tsk av salti
1 tsk av vaniljusukri
75 g av smøri
250 g av hveitimjøli
2 egg
1 pk av palmini at kóka í
1 pk av ísblandi frá Røsku at hava afturvið
Kanelsukur at stroya omaná