Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Dressingur við kryddurtum


Arbeiðsháttur

 

Tað hevur nógv at siga fyri smakkin, at nýta frískligar urtir.

 

Rør súrróman og hvítan væl saman.

Kryddurtirnar verða væl skolaðar og síðani fínt hakkaðar

Agurkin verður skorin í tunnar skivar.

Rív hvítleykin

 

Koyr urtir, hvítleykin og sitrón sevjuna í blandingina við súrróma og hvítanum.
Smakka til við salt og pipari.

Aftaná verða agurk skivurnar blandaðar upp í dressingin.

Vælgagnist !

Tilfar

200 ml Súrróma 18%

2 Spsk Hvíta

1 Agurk

0,5 dl Oregano

0,5 dl Basilikum

1 Hvítleyksbátur

1 spsk Sitrón sevja

Salt & Pipar

Fakta

Tíð: 15 min