Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Arbeiðsháttur
Koyr vatn og smør í eina grýtu.
Lat tað kóka í 2min.
Tak grýtuna av og koyr mjøl í og rør væl saman.
Set grýtuna út á, við lágum hita.
Salt sukur og bakipulvur verður síðani koyrt í og rørt væl saman.
Rør síðani eitt egg í, í senn.
Koyr deiggið í ein sproytiposa og sproyta 9 stykkir út á eina plátu.
Bakast í 30 - 40 min á 200 hitastigum.
Lat ikki lúkuna á bakarovninum upp fyrrenn tað er liðugt bakað.
Krem ímillum:
1 pk róma
1 pk kakukrem
Koyr eisini súltutoy í bollarnar
Omaná ber til at koyra ganache ella glasur á:
Ganache
1,5 dl rómi
150 gr sjokolátu
Glasur
150 g florsukur
2 spsk kakao
4-6 spsk kókað vatn
Tilfar
2,5 dl Vatn125 g Smør
125 g Mjøl
1 tsk Sukur
1/4 tsk Salt
1 tsk bakipulvur
4 stór egg
Fakta
Portiónir:
9 stk