Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Arbeiðsháttur
Soleiðis gert tú:
Legg límbløðini í eina skál við køldum vatni í 10 minuttir.
Blanda vaniljukornini og florsukrið, og rør tað saman við hvítuni.
Kroyst vatnið úr límbløðunum, og smelta tey yvir vatnbaði ella fá sekund í mikroovni. Rør smeltaðu límbløðini saman við leimsaftini. Rør nú hetta væl saman við hvítu-blandinum.
Píska róman til skúm, og blanda saman við hvítu-blandinum.
Stoyt fromasjuna í 6 gløs, og lat standa kalt í 4-5 tímar.
Borðreið við kirsuberjasós. Prýð við silvurflakum og blómum, sum eru etandi.
Tilfar
Tilfar3 límbløð
1 vaniljustong
65 g av florsukri
500 g av hvítu
2 dl av róma
Saft úr hálvari leim
Fakta
Portiónir:
6 persónar