Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Fudgebrownie ostakøka


Arbeiðsháttur

Set ovnin á 170 hitastig 

Fudge brownie køka:
Smelta sjokolátu og smør saman.
Tak blandingina av hitanum og rør sukuri í.
Lat hettar kólna.

Blanda kakaopulvur, mjøl og pulvurkaffi saman.

Koyr eggini í sjokolátu blandingina og rør til hettar er alt væl rørt saman og koyr vanilju í til seinast.

Mjøl blandingin verður varligani blandað saman við sjokolátublandingini.

Koyr 2/3 av blandingini í ein vælsmurdan køkuform.

Ostakøka: 
Rør neutral rómaostin saman til hann er vorðin glattur.
Síðani koyrur tú sukur og mjøl saman við rómaostinum og rør hettar væl saman.
Eftir hettar verða egg og vanilja latin í og píska væl saman.




Soleiðis leggur tú køkuna saman:
Koyr ostakøku blandingina oman á fudge brownie deiggið og smyr tað runt.
Eftir hettar skeiðar tú restina av fudge brownie tilfarinum runt á ostakøku deigginum.
Síðani koyrur tú ein pinn í deiggið og blandar tað lættligani runt, júst sum við marmor køku deiggi.

Bakast á 170 hitastigum í 55-60 min.
Eftir 40min, koyr silvurpappír runt um kantarnar, fyri umganga brendar køkukantar.

Køkan heldur sær í kuldaskápi upp til 4-5 dagar.

Vælgagnist.

Tilfar

Fudge brownie botnur

230 g Kókisjokolátu
220 g Sukur
180 g Smør
170 g Putursukur
3 spsk Kakaopulvur
1 tsk salt
1 tsk pulvurkaffi
4 stk egg
2 tsk vanilju
170 g Mjøl

Ostakøka
300g neutral rómaostur
110 g sukur
1 spsk mjøl
2 tsk vanilju
1 egg

Fakta