Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Arbeiðsháttur
Sí filmsbrot her:
Koyr havragrýn og 4 dl. vatn í eina grýtu, ger síðani havrageyt. Smelta smørið í havragreytin
Síðani verður havragreyturin koyrdur í ein stóran bolla, og blanda 3,5 dl. av køldum vatni soleiðis at greyturin gerst lunkaður.
Koyr ger í flógva vatnið saman við greytinum, soleiðis tað verður loyst upp.
Blanda síðani salt, sukur, rivnu gularøturnar og til seinast mjølið. Deiggið skal verða klistrut – vátt í tí.
Lat deiggið ganga í 20 min.
Skeiða deiggið á eina bakiplátu, og baka bollarnar við 225 gradir í uml. 12-15 min, til teir hava fingið farvu.
Bakast á 225 hitastigum í 12 - 15 min
Tilfar
Havragreytur:2 dl havragrýn
4 dl vatn
50 g smør
Deiggj:
Havragreytur
3,5 dl vatn
50 g ger
3 tsk salt
2 spsk sukkur
350-400 g rivnar gularøtur (ca. 4 stk)
ca. 1100 g hveitimjøl
Fakta
Portiónir:
20 - 25 bollar