Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Arbeiðsháttur
Kryddlaki til høsnarungan:
Blanda kryddlakan væl saman við høsnarunganum,
koyr film útyvir og inn í kuldaskápi.
Best er at lata høsnarungan liggja í kryddlakanum millum 12-24 tímar.
Korma sós:
Steik reyðleykin í smørinum til hann er vorðin bleytur.
Koyr tomatpuré í saman við salt og pipari.
Blanda væl saman
Koyr høsnarungan við kryddlakanum í grýtuna og blanda alt væl saman
Koyr lokið á og lat tað simra í 30-40 min undir loki, og rør runt av og á.
Raita dressingur:
Sker agurku í grov stykkir, stroy eitt sindur av salti oman á tær.
Sálda vætu frá.
Koyr Jogurt Reint í skálina saman við agurkunum.
Síðani koyrir tú 2 rivnar hvítleykir í, 1 tsk spidskommen og 1,5 sevju av hálvari arðari lime.
Vend agurkunum í dressinginum.
Borðreið við Basmati rísi, Naan breyði og heimagjørda Raita dressinginum
Vælgagnist ! :)
Tilfar
Korma marinada:800 gr Høsnarungi í bitum
2 spsk Garam Masala
1 tsk chili flakar
2 tsk Gurkemeje
8 hvítleyksfed, fínthakkaði
25 g. Ingifer (Rivin)
1 Lime, saftin
3 dl Jogurt Reint
Korma sós:
Smør
4 reyðleykir (Fínt hakkaðir)
150 gr Tomatpuré
Salt
Svart pipar
130 gr mandlir (knústar)
Raita dressingur:
3 dl Jogurt Reint
2 Agurk grovt hakkað
2 hvítleyksfed (Rivin)
1 tsk spidskommen
1,5 stk Limesaft
Afturvið:
Basmati rís og/ella Naan breyð
Fakta
