Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Arbeiðsháttur
Tendra pannuna og lat umleið 100 gr av smøri á palluna og lat tað brána við ikki ov høgum hita.
Tak eitt petti av hvítleyki og sker tað í smá petti sum tú so letur út á pannuna. Lat ikki brúnkast.
Lat samstundis rækjurnar út á pannuna og vend smørið, rækjurnar og hvítleykin saman meðan tað steikir lættliga. Lat ikki rækjurnar blíva ov heitar, tí so blíva tær seigar.
Lat síðan umleið 4 skeiðir av róma út yvir og vend rækjunum í rómanum. Blanda eina teaskeið av persillu í og vend øllum aftur og smakka til við salti eftir vild. Pynta við persillur og einari avskornari tomat.
Kann serverast á ella saman við snerktum breyði.
Tilfar
300 gr av stórum rækjum.Ein petti av hvítleyki
Persillu
Eina lítla tomat
Smør frá MBM
Róm
Fakta
Tíð:
20 min
Portiónir:
4 portiónir