Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Arbeiðsháttur
Arbeiðsháttur:
- Loys gerina upp í flógvu mjólkini
- Sker smørið í smáar bitar og morla í hveitimjølinum
- Blanda alt tilfarið saman og elt væl, til deiggið sleppir ílatinum
- Set deiggið at ganga á flógvum staði í uml. 30 min.
- Píska smørið, sukrið og kanelið væl saman
- Knúsa makrónirnar
- Flys súreplini og rív grovt
- Rulla deiggið út til ein fýrakant uml. 25x80 cm á mjølstroytt borð
- Smyr smørblandingina á deiggið, stroy makrónurnar og rivnu súreplini omanyvir
- Rulla saman eftir langsíðuni og legg á bakipappír í bakarovnsskuffu. Evna til eina kringlu. Legg skoytið niðureftir
- Sker eina djúpa foyru eftir longdini niður í kringluna og trýst á, so kringlan breiðkar
- Set at ganga á flógvum staði í 30 min.
- Pensla kringluna við samanpískaða egginum og stroy heslinøtuflykrurnar og perlusukurið omanyvir
- Hita ovnin til 200° og baka mitt í ovninum uml. 20 min.
Hugskot: Tú kanst gera tvær longdir í staðin fyri eina kringlu
Úr bókini Leskilig jól
Tilfar
Tilfar:25 g av ger
1 dl av flógvari mjólk
100 g av smøri
Uml. 300 g av hveitimjøli
1 egg
2 súpisk. av sukri
Súreplafylla:
100 g av smøri
100 g av sukri
2 tesk. av kaneli
50 g av makrónum
1½ súrepli
Omanyvir:
1 samanpískað egg
20 g av heslinøtuflykrum
2 súpisk. av perlusukri
Fakta
Vøra:

