Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Jólalig Dessertkøka frá Kvinnu


Arbeiðsháttur

Botnur:

Morla keksirnar heilt smátt og smelta smørið.

Blanda keksamorlið og smeltaða smørið við florsukri, kaneli og ingiferi.

Stoyt keksablandið út um botnin og upp eftir síðunum.

Set keksabotnin í køliskápi í minsta lagið í tveir tímar.

 

Fylla:

Sker bananirnar í flísar. Tak botnin úr køliskápinum.
Fyll botnin við karamelli og síðani bananflísum.

Píska róman og stoyt oman á bananirnar. Pynta við fínum sjokulátuspønum.

 

Set kalt í minsta lagið ein tíma áðrenn borðreiðing.

 

Karamell:

Rør karameliseraða kondenseraða mjólk saman við saltinum.

Tilfar

Botnur:

240 g av Digestive keksum
120 g av smeltaðum smøri frá Røsku
1 ssk av florsukri
2 tsk av kaneli
1 1/4 av ingiferpulvuri


Fylla:
2 Bananir
2,5 dl av róma frá Røsku
Sjokoláta
Gullstøv


Karamell:
1 dós av karamelliseraðari kondenseraðari mjólk
(fæst í flestu stóru matvøruhandlum)
1 lítla tsk av flakasalti

Fakta