Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Arbeiðsháttur
Brót makrónurnar og koyr tær í eina glasskál. Koyr greytin oman yvir makrónurnar
Legg husblassini í kalt vatn í 5 min.
Píska jogurtið og súrgaðu mjólkina saman vi vaniljusukrinum.
Tak husblassini úr vatninum og smelta yvir vatnbað.
Rør 2 ssk av jogurtinum í smeltaða husblassið og píska tað í restina av jogurtblandingina.
Sker bananirnar í tunnar flísar og koyr tær oman yvir greytin.
Koyr at enda jogurtblandingina oman yvir bananirnar.
Set skálina kalt, til hon skal borðreiðast.
Tilfar
15 makrónur½ ltr. av jarðberja- ella rabarbugreyti
4 bløð av husblassi
3 dl av Jarðberjajogurt
2 dl av súrgaðari mjólk
2 tsk av vaniljusukri
3 bananir
Fakta
Tíð:
15 minuttir
Vøra:

