Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Jogurt ísur


Arbeiðsháttur

Tað er týdningarmikið at hava hunang í ísinum. 
Hettar er fyri at gera ísin lættari at fáast við, tá ið hann er frystur.


Jarðberja ísur:

Jogurt og jarber vera koyrd í blendaran.
Eftir hettar fer florsukur og mjólkin saman við restini.

Tá ið alt er blenda væl saman, verður hunangurin koyrdur í og blendaður saman við restini.


Ananas ísur:

Ananas og jogurt verða blendaði væl saman.
Eftir tað fer florsukri, hunangur og sevjan frá einari lime í og blendað verður víðari.



Ísurin verður koyrdur í eitt ílat og frystur í 5-6 tímar.
Tak ísin upp eina løtu áðrenn hann skal brúakst.

Pynt og góðgæti eftir egnum ynski.

Tilfar

Jarðberja ísur:

2,5 dl Jogurt (Reint ella Vanilju)
1 spsk Mjólk
1 tsk Florsukur
270 gr Fryst jarðber
2 spsk Akacie hunangur


Ananas ísur:

2,5 dl Jogurt (Reint ella Vanilju)
1 tsk Florsukur
250 gr Fryst ananas í bitum
2 spsk Akacie hunangur
1 stk. Lime

Fakta

Tíð: 6 tímar +