Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Kjøtfrikadellur við tomatsós


Arbeiðsháttur

Áðrenn fransbreyðið verður lagt í eina skál, verður skorpan skorin av.
Legg fransbreyð í eitt mjólkabað.
Tá ið, breyðið er gjøgnum bloytt, verður tað mosa saman við einum gaffli.

 

Byrjað við at elta kjøtið saman við kryddaríunum.
Síðani verður bloytta breyðið, egg og súrrómin elt upp í deiggið.
Lat deiggið hvíla í 20 minuttir.

Ímeðan kjøtdeiggii hvílur, so ger grønmeti til tomatsósina klárt.
Sker cherry tomatir í ½.
Reyðleykin í 4
Kroyst hvítleykin
Koyr olivenolju og salt omaná og blandað tað saman.
Koyr alt í eitt eldfast fat ella bakiplátu.
Inn í ovnin á 170-180 hitastig (Luft)
Lat hettar vera inni í ovninum meðan frikadellurnar verða stoktar.

Forma frikadellurnar til stórar kúlur.
Steik á pannuni við smøri.
Tá ið báðar síður hava fingið góðan brúnan lit, verða frikadellurnar koyrdar í eitt fat og inn í ovnin.

Tá ið, frikadellurnar eru lidnar, verður eldfast fatið við grønmeti tikið úr ovninum.
Brúka somu pannu, ið tú stokti frikadellurnar á, til at gera tomatsósina.
Koyr grønmeti á pannuna við miðal lágum hita.
Koyr salt, pipar, BBQ sós, balsamico, æble cider eddike, sukur og høsnarunga buljong, alt saman á pannuna.
Lat hettar smákóka í 10minuttir

Tá ið sósin hevur smákóka, verður hon blendað saman við einum stavblendara og skal smákókað í 10minuttir aftrat. 
Koyr sósina oman á kjøtfrikadellurnar í eldfast fatinum og lat rættin vera í ovninum í einar 15minuttir við 150 hitastigum.

Borðreið við spagetti og langbreyði.

Vælgagnist !

Tilfar

Kjøtfrikadellur:
1kg. Malið oksakjøt
1 egg
1 spsk Súrróma 18%
2 tsk Karry
2 tsk Salt
2 tsk Pipar
1 tsk spidskommen
Frískt fínt skorið basilikum
1 stk fínt skorin reyðleykur
2 tsk roykt paprika
2 tsk hvítleykspulvur
Smør at steikja við

Mjólkabað:
4-5 fransbreyð flísar
1,5 dl Bóndamjólk

Tomatsós:
20 cherry tomatir
2 Reyðleykir
5 hvítleyks bátar
Olivenolja
Salt
1,5 dl høsnarunga buljong
Salt, Pipar,
1 spsk BBQ sós
1 tsk balsamico
1 spsk sukur
1 spsk Æble cider eddike

Fakta

Tíð: 1 tími +
Portiónir: 5-6