Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Arbeiðsháttur
Arbeiðsháttur:
- Smelta 2/3 av myrku sjokulátuni í vatnbaði
- Tak av hitanum. Sker restina av sjokulátuni smátt og rør í
- Pensla smáar formar við sjokulátuni og lat harðna
- Stoyt róman í grýtu og lat koma upp á kók. Tak av hitanum
- Sker sjokulátuna smátt, smørið í smáar bitar og koyr í heita róman
- Rør í, til sjokulátan og smørið eru smeltað
- Rív skalið á appilsinini fínt og koyr í. Lat kólna eitt sindur
- Fyll trøffilkremið í ein plastikposa. Klipp eitt lítið hol í hornið og sproyta í sjokulátaformarnar
- Set kalt, til konfektin verður sett á borðið
Úr bókini Leskilig jól
Tilfar
Tilfar:100 g av myrkari sjokulátu
Trøffelkrem:
1 dl av róma
100 g av myrkari sjokulátu
25 g av smøri
Rivið skal av ½-1 appilsin
Fakta
Portiónir:
15-20 stk.