Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Arbeiðsháttur
Panna Cotta:
Legg límbløðini á blot í einari skál við køldum vatni.
Skava kornini úr vaniljustengrunum og vend tey í sukrið.
Lat sukrið, vaniljukornini, vaniljustengurnar, róman, mjólkina og rivna sitrónskalið í eina grýtu, ið verður hitað til kókiðpunktið, meðan rørt verður í.
Tak grýtuna av hitanum, kroyst vætuna úr límbløðunum og lat tey í grýtuna. Píska límbløðini í vaniljuróman. Til alt er upployst.
Sálda vaniljuróman og lat í gløs/skálir; lat Panna Cotta køla í minsta lagi 5 tímar.
Sáltakaramell:
Hita róman í einari lítlari grýtu til tað nærkast kókipunktinum, tak síðan grýtuna av hitanum.
Smelta sukrið í einari grýtu, á miðalhøgum hita - ansa eftir, at tað ikki brennur. Tá sukrið er lutvíst smeltað, verður rómin latin í grýtuna og tilfarið verður rør væl saman.
Fá karamell sósina uppá kók, sløkk undir grýtuni og lat salt karamellið køla.
Rør flakisaltið í karamellið, lat tað í eitt ílat og set síðan í køliskápið
Borðreið
Lat eitt vet av saltkaramell útyvir tína Pannacotta og Borðreið.
Tilfar
Panna Cotta:4,5dl Rómi
1 dl Bónda Mjólk
50 g Sukur
2 vaniljustengur
4-5 Límbløð (husblas)
Rivið skal frá einari vistfrøðiligari sitrón
Saltkaramell:
125 gr Rørsukur
30 gr Smør
1,5 dl Rómi
1/4 tsk Flakisalt
Fakta
