Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Pasta fat


Arbeiðsháttur

 Trýst á her fyri at síggja filmsbrotið --> /media/1484/video.mov 

Kókað pasta

Sker piparfruktir og leykin í smáar bitar.
Gularøturnar skulu vera fínt rivnar og sker høsnarungabringurnar í smáar bitar.

Sósin:
Koyr matgerðarróman í eina grýtu við miðal-lágum hita.
Tá ið matgerðarrómin byrjar at hitna, rør væl tomatpuré í.
Síðani verða hakkaðu tomatirnar og BBQ sósin blanda upp í matgerðrarróman.
Smakkað til við papprika, salti og pipari.

Koyr pasta í 2 føt og blanda alt væl upp í.
Síðani verður sósin koyrd í og rør saman við restini.

Til seinast verður Kæsa ostur rivin omaná.

Inn í ovnin á 175 hitastig, til osturin er smeltaður



Tilfar

1.kg pasta
2.stk piparfrukt
1.stk stóran leyk
4-6 gularøtur
1 blikk mais
2 stk Høsnarungabringur
1 pk skinku í terningum
1 blikk av tomatpuré
2 blikk av hakkaðar tomatir við oregano og basilikum
2 pk av matgerðarróma
3-4 stórar súpiskeiðir við góðari BBQ sós
Kryddað við papprika, salt og pipari
1 Kæsa

Fakta

Tíð: 45 min