Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Arbeiðsháttur
Botnur:
Bakað botnin í 10 – 15 min
180 hitastig (Varmluft)
Tá botnurin er liðugt bakaður, koyr hann á eitt bakipappír, ið er stroytt við sukri og legg eitt ráligt viskistykki omaná.
Fylla:
Rís a la mande
Omaná:
Lat límbløðini liggja í køldum vatni í 5 - 10 min.
Koyr kirsiberjasósina í eina grýtu og lat hana hitna í miðal-lágum hita.
Síðani verður appilsin vætan og skalið koyrt í grýtuna.
Tá ið hettar hevur smákokað í eina løtu, tekur tú grýtuna av hitanum og koyrur límbløðini í og lat tey upploysast í sósini.
Síðani blenda sósina við stavblendara og lat hana standa eina løtu og kólnað.
Legg køkuna saman:
Smyr rís a la mande eftir øllum køkubotninum.
Rulla køkuna varligani saman og til seinast rulla hana inn í húsarhaldsfilm og lat hana standa í køluskápinum, ímeðan tú gert kirsiberjasósina klára.
Tak køkuna úr húsarhaldsfilminum og legg hana á eitt køku fat.
Tak eina skeið og koyr kirsiberjasósina omaná rullukøkuna.
Pynta við kirsiberjum og brendum mandlum.
Vælgagnist.
Tilfar
Køkudeiggið:4 egg
125 g Sukur
125 g Hveitimjøl
1 tsk Vaniljusukur
1 tsk bakipulvur
0,5 fínt rivið lime skal
Fylla:
600 – 900 g Rís a la mande
Omaná:
1 pk av Kirsiberjasós (500gr)
2 Límbløð
1 Sevja frá einari appilsin
0,5 fínt rivið skal av appilsin
Prýðið:
Kirsiber
Brendar mandlur