Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Sjokoláta muffins


Arbeiðsháttur

 Blanda tað turra tilfarið saman.
(Sukur, mjøl, salt, bakipulvur, kakaopulvur)

Smelta smør og sjokolátuna saman í eitt annað ílat.

Koyr turra tilfarið í ein bolla, og píska tað saman við smørinum og sjokolátuni.

Blanda hetta væl saman.
Síðani skulu eggini í. Eitt fyri og annað eftir, men minst til at píska eggini so hvørt. Píska væl.
Til allar seinast skulu mjólkin og kaffi í.

 

180 hitastig luft
15min

G.G:
Muffins fara ikki at smakka av kaffi.
Kaffi framhevar smakkin av sjokolátuni.
Tað ber til at leggja sjokolátubitar omaná muffins áðrenn tær fara í ovnin.

Tilfar

4 egg
440 gr sukur
220 gr mjøl
4 tsk bakipulvur
3 dl mjólk
250 gr Smeltað smør
200 gr sjokoláta
10 spsk kakaopulvur
1 tsk salt
0,5 dl sterkt kaffi

Fakta

Tíð: 1 tíma
Portiónir: 45 stk